Nú tosið hevur verið frammi um eina sonevnda útjavningarskipan av skattaapeninginum millum kommunurnar, gevur borgarstjórin í Havn ilt av sær. Hann sigur seg umhugsa, at krevja skatt frá teimum avbygdafólkum, sum arbeiða í Havn.
Fíggjarmálaráðharrin, Magni Laksáfoss, hevur annars givið til kennar sína hugsan um málið á fundi við kommunufelagsskapirnar, og hann rør heilt greitt framundir at fáa sett eina javningarskipan í verk millum kommunurnar.
Og ein slík skipan liggur sum so klár, tí kommununevndin, sum gjørdi álit um nýggjan kommunubygnað, hevur eisini viðgjørt hetta málið. Ein slík skipan gongur í stuttum út upp á at javna kommunuskattin út frá tveimum sjónarmiðum, inntøkugrundarlagi hjá kommununum og útreiðslutørvin.
Út frá hesum báðum skal so ein javning fara fram, roknað út eftir íbúgvaratalinum í kommununi. Vístu dømini ganga út frá »ideella« talinum á kommunum, nevniliga sjey. Men sjálvandi ber til at javna eisini um talið er størri enn so.
Men dentur verður lagdur á, at skulu kommunurnar hava neyðugu fíggjarligu orkuna at veita øllum borgarum somu tænastuna, er eisini neyðugt við ávísum íbúgvaragrundarlagi í ymsu kommunnunum.
Hetta er annars ein skipan, sum verður nýtt í øllum okkara grannalondum, hóast skipanin er ymisk frá landi til land. Í summum londum er tað landið, sum krevur inn allan skatt fyri síðani at býta hann út aftur á kommunurnar eftir ávísum leisti.
Í Danmark er støðan so hon, at eisini ein blokkstuðulsskipan er inni í myndini, men trupulleikin við tí er, at skipanin gerst so torskilt, at næstan eingin skilir hana. Og tað er eisini ein trupulleiki við donsku skipanini, vísir Hilmar Høgenni á.
Eftir tørvi
Í uppskotinum hjá kommununevndini eru dømi nevnd um, hvussu ein slík skipan kann virka. Dømi verður tikið millum tvær ímyndaðar kommunur, har inntøkugrundarlagið í aðrari kommununi er tvífalt so stórt sum í hinari. Í slíkum føri hevði kommunan við størra inntøkugrundarlagnum javna pening til hina við tí minna inntøkugrundarlagnum.
Men tað er bert annar parturin í skipanini. Hin parturin er útreiðslugrundarlagið. Í einum øðrum ímyndaðum dømi eru tvífalt so nógv børn í einari kommunu enn í einari aðrari. Í hesum førinum hevði kommunan við færri børnum javna til hina við teimum fleiri børnunum.
Hesi bæði kriteriir skulu síðani sjóðast saman í eina eind, sum so skal geva endaliga úrslitið.
Landsstýrið hevur jú í mong ár havt í kvittanum at leggja alt fleiri uppgávur út á kommunurnar, og tað sigur seg sjálvt, at um kommunurnar ikki hava neyðugu fíggjarligu orkuna at veita tær tænastur, sum landið leggur út á tær, er lítið vunnið.
Útjavningarskipanin er eisini ætlað út frá teirri áskoðan, at allar kommunur kunnu veita sínum borgarum áleið somu tænastur. Í øllum førum er tí neyðugt, at kommunurnar hava eina passandi stødd, tí annars ber slíkt ikki til.
Sjálvandi halda tær kommunur, sum fara at fáa pening eftir einari útjavningarskipan, at hetta er eitt gott hugskot, meðan tær kommunur, sum noyðast at lata frá sær, ivaleyst ikki eru so glaðar fyri eina slíka skipan.