Tá ið náttarvørðurin á Hotel Føroyum tíðliga leygarmorgunin fór at vita, hvussu stóð til við sjáldsamasta gesti á Hotel Føroyum í longri tíð, gjørdi hann stór eygu.
Herfyri vistu vit at fortelja, at eitt tjaldurspar hevði bygt sær reiður bent uttanfyri vindeyga í Clinton svituni á Hotel Føroyum.
Leiðslan á Hotel Føroyum gjørdi beinanvegin av at seta vevmyndatól upp, so at allur heimurin kundi eygleiða tjaldursreiðrið og síðani er hetta tjaldursparið blivið millum teir sermerktastu gestirnar á hotellinum.
Og leygarmorgunin vórðu so øll trý eggini klakt og ungarnir komu út.
À Hotel Føroyum siga tey, at øgiliga nógv fólk hava síðani gjørt vart við seg og fortalt, at tey hava eygleitt hetta lítla tjaldurshúski í vevmyndatólinum, sum tekur eina nýggja mynd fimta hvørt sekund.
Í hesum sambandi hava tey fingið teldurbrøv bæði úr Týsklandi, Noregi og Danmark, umframt úr Føroyum frá fuglavinum og øðrum áhugaðum.
Nú vóna tey bara, at rovfuglarnir ikki fáa eyga á teir tríggjar ungarnar, sum síðani hava hugnað sær á flagtekjuni uttan fyri reiðrið undir neyvum eftirlitið av teimum gomlu.
Vinstrumegin her á Portalinum ber til at klikkja seg beinleiðis inn á vevmyndatólið at eygleiða tjaldurshúskið.