Myndugleikarnir í býnum Ontario í Kalifornia fóru í gjár undir at taka niður umleið 400 tjøld, sum heimleys fólk hava sett upp tætt við flogvøllin í býnum. Upprunaliga var tað borgarstjórin í Ontario, sum setti sær fyri at loysa trupulleikarnar hjá teimum heimleysu í býnum við at bjóða teimum tjaldingarpláss nærhendis flogvøllinum. Tað fekk fólk úr øðrum býum at leita sær til Ontario, men nú eru tjøldini vorðin so mong, at býráðið hevur gjørt av at taka tey niður. Enn er ikki greitt, hvar tey heimleysu nú skulu fáa pláss, skrivar Reuters.