VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sambært kanningini Vinnur Tjóðveldisflokkurin 3,5%, meðan Javnaðarflokkurin missir 2,3%.
Miðflokkurin, sum er hin andstøðuflokkurin, vinnur 1%. Sambandsflokkurin vinnur 0,4%, meðan Fólkaflokkurin missir 0,1%. Samanlagt missir samgongan ikki meirilutan, tí tað um boðið, sum Javnaðarflokkurin missir í løgtinginum, tað vinnur Sambandsflokkurin, sum fær átta tingfólk, meðan Javn-að-ar-flokkurin fær seks. Fólkaflokkurin varðveitir síni sjey umboð. Samanlangt varðveitir samgongan 21 um-boð í løgtinginum.
1001 veljarar svaraðu í kanning, sum varð gjørdi mikudagin og hósdagin 24. - 25. mai 2006.
Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu
" at tey ætlaðu at svara blankt: 1,1%
" at tey ikki ætlaðu at velja: 2,9%
" at tey høvdu ikki tikið støðu til hetta: 10,2%
Viðmerkingar:
1) Býtið í hesari útrokning er eitt lutfalsval fyri landið alt undir einum.
2) 3,7% brúkt sum tinggátt.
3) Millum tey ivasomu er Javnaðarflokkurin frægast fyri við 26 %, ið atkvøddu fyri honum seinast. Honum næstur Sambandsflokkurin við 21.
Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eiga 11-13 % á.
- Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu tí taka inn 2-2,5 % afturat, duga teir væl at reka sínar gomlu veljarar í rætt. Hinir báðir stóru umleið eitt prosent.
Fólkaflokkurin: fekk 20,6% við løgtingsvalið seinast. Kanningin gevur honum 20,5%, - 0,1%
Sambandsflokkurin: fekk 23.7% við løgtingsvalið seinast. Kanningin gevur honum 24.1%, +0.4%
Javnaðarflokkurin: fekk 21.8% við løgtingsvalið seinast. Kanningin gevur honum 19.6%, -2.3%
Sjálvstýrisflokkurin: fekk 4.6% við løgtingsvalið seinast. Kanningin gevur honum 4.4%, -0.2%
Tjóðveldisflokkurin: fekk 21.7% við løgtingsvalið seinast. Kanningin gevur honum 25.2%, +3.5%
Miðflokkurin: fekk 5.2% við løgtingsvalið seinast. Kanningin gevur honum 6.3%%. +1.0
Hin Stuttligi Flokkurin: fekk 2.4% við løgtingsvalið seinast. Kanningin gevur honum 0%, -2.4%