Hans Brynjálvur Danbjørg, Porkeri
Halgabók lærir okkum at eitthvørt træ, skal kennast á fruktum tess.
Tjóðveldismenn fagna nýggja fíggjarmálaráðharranum sum teirra egna manni, ja, teir eru til reiðar at ofra borgarstjóran á Sandi fyri at fáa “fullveldis-grunnin” upp á pláss.
Samgongan er ørkymlað
Tað hoyrdist, at sambandsmenn høvdu skotið seg sjálvar í fótin, tá nýggjur fíggjarmálaráðharri skuldi veljast.
Men her tykist, sum um gamla Sambandi hevur skotið høvdið av sær sjálvum.
Teir hava nokk snorksovið í tímanum, tá søgan um tann “Trojanska hestin” var fyri.