Tá Norrøna skuldi fara av Seydisfirði mikudagin, komu tollararnir fram á tjóvagóðs, sum onkur royndi at sleppa av landinum við, skrivar Morgunblaðið. Ein leyslig meting hjá tollvaldinum sigur, at tjóvagóðsið er vert einar fimm milliónir íslendskar krónur.
Tollararnir funnu tjóvagóðsið, tá teir kannaðu ein bil og viðføri, men sambært Morgunblaðnum er eingin tikin í sambandi við málið. Tollvaldið hevur latið løgregluni á Seydisfirði fongin, og løgreglan tekur sær nú av málinum.