Tjóðpallurin dygga politiska undirtøku

Eitt nærum einmælt løgting tekur undir við, at føroyingar fáa ein tjóðpall til yrkisleiklist. Enn verður kortini bíða við at byggja eitt tjóðleikhús í høvuðsstaðnum

Løgtingið stuðlar Tjóðpalli Føroya at heilum hjarta.
Bara Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum taka ikki undir við, at føroyingar fáa ein tjóðpall, sum skal tryggja føroyingum leiklist á høgum støði. Jenis av Rana atkvøddi ímóti og Gerhard Lognberg atkvøddi blankt, tá uppskotið um Tjóðpall Føroya var til aðru viðgerð í løgtinginum í síðstu viku. Uppskotið kemur til triðju og endaliga viðgerð í dag.
Í Tjóðpalli Føroya skulu yrkissjónleikarar arbeiða í føstum starvi. Sambært uppskotinum skal Tjóðpallur Føroya í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði. Stovnurin skal framføra bæði klassisk og nútímans altjóða verk.
Álagt er tjóðpallinum at røkka út til allar borgarar í landinum. Hann skal samstundis tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til at menna yrkisførleika teirra og skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum.
Hóast Tjóðpallur Føroya helst fær politiska góðkenning í dag, so fylgir ongin játtan við. Sostatt verður bardagin næstu árini at snúgva seg um at geva karmunum innihald.
Mett verður ikki, at stovnsetingin av Tjóðpalli Føroya krevur, at nýtt tjóðleikhús verður bygt í bræði, men arbeitt verður fram ímóti, at Tjóðpallur Føroya eisini fær egið tjóðleikhús. Fyribils verður leitað eftir hóskandi høli í høvuðsstaðnum.