Tjóðfuglin inn í gongina

Á grækarismessu verður hátíðarhildið at tjóðfuglur okkara, Tjaldrið, kemur higar til lands.


Sum gamal siður er, verður í hesum sambandi grækarismessuhald hildið í Havn við at skótarnir ganga skrúgongu, og Havnar Hornorkestur spælir.  
 
Eisini verður sangurin Tjaldur ver vælkomið sungin á Vaglinum, uttan at øll fólk vanliga hugsa um at bjóða tjóðfuglinum heim til tey sjálvi. Men tað eru tó nøkur, sum eru so heppin at fáa vitjan av tjøldrum, sum banka upp á dyrnar.
 
Í Varðabyrgi í Havn hava í fleiri ár verið tom tjøldur, sum ganga millum húsini og koma inn á gólvið hjá fólki.