Seinastu fýra árini hevur búskaparvøksturin í Føroyum verið millum seks og níggju prosent.
Hetta er hákonjunkturur, og tí eigur avlopið á fíggjarlógini at vera munandi størrim enn tað verður í ár og næsta ár, sigur danski Tjóðbankin í dag.
- Landsstýrið hevur ikki megnað í hesum góðu árunum at betra almenna búskapin nóg nógv, skrivar Tjóðbankin.
Landsstýrið metir, at fyri 10. árið á rað verður eitt bygnaðarligt hall í 2017, hetta hóast júst hetta hall er batnað við einum prosenti av BNP seinastu fimm árini.
Tjóðbankin sigur, at av tí at hetta hall ikki er fingið burtur í góðu tíðunum, verður møguliga neyðugt at gera hetta, tá ið búskaparligu tíðirnar ikki eru so góðar sum nú, skrivar Tjóðbankin og mælir til at tátta í fíggjarpolitiskt.










