Tjóðbankastjórin í USA

Týskland liggur nú á odda - framman fyri USA - sum heimsins størsti eksportørur

Tað var væntað, at amerikanski tjóðbankastjórin, Alan Greenspan, fór at siga nøkur megnarorð. Hann skuldi mikudag og hósdag í vikuni, sum fór, í Kongressini greiða frá støðuniu hjá dollaranum og búskapinum í USA. Men han stóð bert og mutlaði, og spurningar frá tingmonnum aftaná snúðu seg um nakað heilt annað, um "Social Security", um socialu skipanina. Tað stóra problemið í USA er hvussu teir fáa ráð til pensiónir og annað í framtíðini. Men ofta kann vera ringt at skilja millum politiskt propagandasnakk og veruleika í hesum kjaki.
Greenspan kom tó við eini ávaring, sum kann hava týdning framyvir. Hann segði, at hóast tað hava verið rættiliga friðarligar tíðir og stabilitetur á tí búskaparliga økinum, so skulu vit ikki trúgva, at tað altíð fer at verða so. Í fyrsta lagi, segði Greenspan, skuldi landið fáa javnvág aftur millum inntøkur og útreiðslur í fíggjarlógarhøpi.
Tískil hendi einki serligt á dollarmarknaðinum, sjálvt um valutahandlarar og spekulantar royndu at týða tankarnar hjá Greenspan. Hann segði, at ameri-kanski búskapurin hevði tað gott og at tann "stutta" rentan fór at hækka. Mánadagin var frídagur í USA, so stórvegis broytingar í valutakursunum vóru ikki væntandi. Á middegi mánadagin var USD/EUR lutfallið 1,3056, fríggjadagin fyri var tað 1,3039.
Prístalið hækkar í USA
Fríggjadagin komu so tøl frá amerikansku hagstovuni um heilsøluprístalið, producers price index ella PPI.
Hetta rokna teir uppá tveir mátar. Annað er talið sum tað er, í hinum rokna teir ikki olju og ávísar matvørur uppí, tí hesar vørur hava lyndi at svinga nakað nógv, og oljuprísurin livir at kalla sítt egna lív. Fyri januar var hetta barberaða PPI gjørt upp til eina 0,8% kækking. Hetta var nógv í mun til tað, sum teir klóku høvdu væntað, eini 0,2 %. Tað verður tikið sum eina ábending um, at inflatiónin er farin at vinda uppá seg, tí vøksturin er tann størsti í eini seks ár.
Higartil hava amerikanar ikki hildið inflatiónina verið nakað problem. Teir hildu, at tað var oljan uttanífrá, sum skapti príshækkingar. Men nú vísir tað nýggja "kjarnu-PPI", at tað ikki bert er oljan, sum skapar prísvøkstur, men eisini vørur, sum verða framleiddar í USA.
Euro/dollar lutfallið
Sjálvt um USA liggur væl fyri í mun til Euro-økið í vissum hagtølum ? sum vøkstur í búskapinum sum heild og arbeiðsloysinum - so er dollarin sum heild viknaður seinastu tvey árini. Orsøkin er í fyrsta lagi, at USA innflytur som nógv meira av vørum, enn teir útflyta. Tí er handilsjavnin negativur, sum hjástandandi tabel vísir. Hartil kemur, at hallið á fíggjar-lógini eisini er hættisliga stórt. Tað eru í fyrsta lagi hesi tøl, sum fáa dollaran at falla.

Talvan vísir nøkur hagtøl fyri 2004

FólkatalBúsk. vøkstur ArbeiðsloysiHandilsjavni
USA290 mió4,3%5,2%-666,2 mia.$
EU-25 lond453 mió1,8%8,9%+93,9 mia. $

Kelda Eurostat, The Economist190205
???
Týska gátan?
Í Euroøkinum hava búskaparfrøðingar í langa tí hildið, at Týskland, sum er tann størsta eindin við umleið 80 milliónum íbúgvum, var tað heilt stóra problemið. Vøksturin var lítil og arbeiðsloysið stórt. Men nú skrivar The Economist, 190205, at Týskland er í minsta lagi líka so væl fyri sum USA. Høvuðsargumentið er, at produktiviteturin (framleiddar vørur/tíðareind) í Týsklandi er líka so stórur sum í USA. Haraftrat hevur lønarvøksturin verið minni í Týsklandi enn í USA. Samantalt er so lønarútreiðslan pr. framleidda vøru (unit labour cost) minni enn í USA.
Henda sterka síðan vísir seg á tann hátt, at týski vøruútflutningurin seinastu fimm árini er vaksin nógv skjótari enn tann amerikanski. Týskland liggur nú á odda framman fyri USA, sum heimsins størsti eksportørur. Somu fimm-árini hevur USA mist marknaðarlutir á heimsmarknaðinum, og er fallið frá 14% til bert 11% av marknaðinum.
Amerikanarar spara lítið ella einki upp
Hóast góðar tíðir í USA, so er ein trupulleiki uppá sikt, at uppsparingin er so lág. Amerikanar leggja í meðal bert 1% av lønini burtur til uppsparing. Sama talið er í Týsklandi er 11%.