Tit skuldu skammast

Tað verður neyvan ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar

 


- Tað verður neyvan ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar enn á sinni.

Tað tykist at vera niðurstøðan, nú løgtingið hevur tosað um, hvussu nógv tað skal kosta at ferðast í Føroyum.

Jørgen Niclasen hevur ætlað, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá ið teir eru goldnir, tí hann sigur, at tað hevur altíð verið ætlanin.

Johan Dahl sigur, at alt skal síggjast sum ein heild og skal koyringin verða ókeypis, skal siglingin við Strandferðsluni eisini verða tað.

 

Men í Løgtinginum vilja tey flestu sláa kalt vatn í blóðið, tí tey vilja hava, at alt samferðslukervið skal síggjast um ein heild og tískil skal ein heildarætlan gera.

Løgmaður sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at hava hallið á fíggjarlógini  burtur næsta ár og tann ætlanin stendur við. Tískil er avgjørt ikki pláss fyri óvæntaðum útreiðslum-

- Tað hevur sera stóran týdning, at ongar nýggjar, óvæntaðar útreiðslur á fíggjarlógini, sigur løgmaður.

Hann sigur, at Johan Dahl arbeiðir við eini heildarætlan um eina samhaldsfasta samferðslu, har vit øll í størri mun eru við at rinda fyri, hvat tað kostar at ferðast

Hann sigur, at spurningurin um prísin at koyra ígjøgnum tunlarnar, skal eisini takast upp og hann vil hava eina semju ímillum allar flokkar í Løgtinginum um eina framtíðar skipan.

 

Annars hildu nógv tingfólk lítið um ætlanina at ferðingin skal vera ókeypis.

Gunvør Balle helt, at politikarar skuldi skammast at tosa soleiðis, samstundis sum nakrir partar í landinum stríðast eitt hart stríð fyri at fáa ein túr afturat og Reimund Langaard tók størstu frástøðu fyri valagnið sum hesum.

Jákup Mikkelsen heldur fast um, at koyringin skal vera ókeypis, men at ein samhaldsføst skipan annars verður gjørt fyri samferðslukervið.

 

Annars vilja flestu løgtingslimir hava eina heildarætlan, tí sum tey flestu so vísiliga søgdu: Einki er ókeypis, heldur ikki koyring og sigling. Tað er bara ein spurningur um, hvør skal rinda. Ella sum Helgi Abrahamsen segði, at spurningurin er um skattgjaldarin skal rinda tað úr høgra lumma, ella úr vinstra lumma.

 

Og nógv hildu, at tað er betri, at øll rinda eitt sindur, heldur enn at summi einki rinda og onnur rinda nógv og Gerhard Lognberg sigur, at ein príslækking má undir ongum umstøðum raka tænastustigið.

Kristin Háfoss heldur, at ballónirnar hjá Johan Dahl og Jørgen Niclasen eru bara heit luft, tí hallið á fíggjarlógini eru fleiri hundrað milliónir.

Onnur vilja hava allar tunlarnar í eitt og sama felag, eisini teir komandu tunlarnar, fyri at hjálpa upp á fíggingina.