Norðdepil: Tað er helst ikki ofta, at tey á fiskavirkinum NORÐFRA fáa vitjan av útlendingum í januar mánaði.
Hetta hendi kortini hósdagin í farnu viku, tá ein bilur við týskari nummarplátu koyrdi oman til virkið í Norðdepli.
Í bilinum vóru eini týsk hjún – Barbara og Carsten Schröder – sum vóru komin higar við einum einasta ynski: At keypa góðan føroyskan fisk, sum verður framleiddur her á virkinum.
- Vit fingu at vita frá Tróndi Leivsson (stjóri í Skógrøkt Landsins) at tit hava heimsins besta og reinasta fisk.
- Henda fiskin vildu vit fegin sleppa at smakka, og tí eru vit her nú. Um ein løtu fara vit við Norrönu til Danmarkar, sigur Carsten, sum er útbúgvin skógfúti.
Sjálvur ætla hann og konan Barbara at eta fiskin heima við hús, men tey ætla eisini at bjóða vinfólkum at royna føroysku vørurnar.
- Og hvør veit – kanska tey eisini fara at koma higar at vitja, og kanska tey eisini vilja keypa tann føroyska fiskin. Hann er í øllum førum góður, slær Carsten fast.
Oyggjaland í kulda
Frá ungum árum av hevur Carsten havt eitt ynski um at vitja í Føroyum. Ikki fyrrenn í 2008 gjørdist tað veruleiki.
- Nú er ein gamal dreymur gingin út, sigur hann við Sosialin.
Tey hava leingi fyrireikað seg til hesa ferðina, og endamálið var eittans:
- Vit ynskja at sígga, hvussu tit sum fólk liva í harmoni við náttúruna, sigur hann við einum stórum brosi.
Tey hava bæði hvør sín innfalsvinkul til henda "lesnaðin" um ein kann siga tað so: Hon er lækni og hann er skógfúti.
- Tit hava eitt heilt ótrúliga vakurt land – ja, sjálvt í bítandi kulda í januar mánaði, sigur hann við einum brosi.
Besti fiskurin
Tað er kortini ikki av tilvild at hjúnini bæði eru komin higar til oyggjarnar so mangar ferðir.
Tá hann las til skógfúta, var hann eitt skifti og arbeiddi í Grønlandi. Hetta var heilt afturi í 1975, og hoyrdi tá eitt sindur um hitt oyggjalandið í ríkisfelagsskapinum, Føroyar.
Hinvegin so dáma teimum báðum sera væl at ferðast kring oyggjar okkara, av teirri einfaldu orsøk at her eru eingi trø.
Men er tað nakað, sum hevur hugtikið Carsten og Barbaru er tann góði fiskurin, sum vit so fegin vilja at onnur skulu fáa smakk fyri.
- Vit hoyrdu um, at tit høvdu tann besta fiskin í øllum heiminum. Og hann vildu vit sleppa at royna, sigur Carsten.
Meðan prátið fer fram, tekur hann ein pakka av fyrstum fiski fyri og annan eftir og leggur inn í viðførisrúmið á bili sínum.
Tað ræður um at skunda sær, tí um eina løtu skal hann verða á havnarlagnum í Ánunum, tá teir byrja at koyra bilarnar umborð.
Koma aftur
Nú hava tey bæði verið her sum ferðafólk, men kanska ráddi tilvildin, at Carsten ikki longu á ungum árum kom higar oftari - og kanska gjørdist føroyskur statsborgari.
Sjálvur hevði hann leingi við eini hugsan um at gerast sjómaður.
- Ja, var tað ikki tí at eg fór at lesa til skógfúta, hevði eg helst verið sjómaður í dag!
- Eg havi ein dreym – og hann havi eg eisini nevnt fyri Tróndi – og hann er, at eg ynski at læra, hvussu veruligur fiskiskapur er. Eg ynski at koma aftur í heyst, og vóni tá at sleppa til skips við onkrum skipi, sigur týski skógfútin, sum býr í týska býnum Rosdorf.
Nógv fólk í Týsklandi eru sera áhugað í londunum norðanfyri – ikki bert í Íslandi og Grønlandi, men eisini Føroyum.
- Fyri meg er eingin ivi um, at í framtíðini fara alt fleiri og fleiri týskarar at vitja vøkru oyggjar tykkara.
- Eg og Barbara vit koma so í øllum førum aftur. Tit eru øll so vinarlig og blíð ímóti okkum sum ferðafólk, sigur hann.
Sjálvur var hann bert á eini stuttari vitjan hesaferð: Tey komu við Norrönu sunnudag og skuldu longu av landinum aftur fýra dagar seinni.
Tað lá so væl fyri henda dagin, at Norröna lá í Ánunum, beint hinumegin báðar tunlarnar á Borðoynni.
- Nú mugu vit skunda okkum. Vit skulu vera umborð á Norrönu um ein tíma, sigur Carsten.
Nýggj træsløg í Føroyum
Sum skógfúti hevur Carsten sjálvandi hugt nógv eftir viðarlundum og øðrum vøkstri, nú hann ferðaðist kring oyggjarnar við bili sínum.
Í hesum sambandi fekk hann eisini høvið at hitta starvsfelaga sín, stjóran á Skógrøktini, Tróndur Leivsson. Hesin var fegin at sleppa vísa teimum á nakað av tí arbeiði, tey gjørdu.
Eitt annað sum upptekur skógfútar nógv er, hvussu broytingarnar í veðurlagnum fara at ávirka føroyska samfelagið í framtíðini.
Hetta verður í stóran mun lýst við negativum lýsingarorðum, men sjálvur vísir Carsten á, at onkrir “fyrimunir” eisini eru við hesum.
- Eg vænti, at hækkandi hitin fer at føra við sær at ymisk ókend sløg av træsløgum, sum ikki hava havt vakstrarlíkindi her áður, nú kunnu fáa tað.
- Vit hava longu sæð tær fyrstu royndirnar av hesum í Havn, har ein hevur roynt at innflyta trø úr so ymiskum støðum sum Chile, Argentina, Latínamerika og norðaru pørtunum av Europa.
- Tað vísir seg, at fleiri av hesum træsløgunum kunnu vaksa her hjá tykkum, so tað verður spennandi at fylgja við, hvørjar avleiðingar broytingarnar í veðurlagnum fara at fáa her, sigur hann.
- Av tí at tit liggja so fjarskotin, hava Føroyar ein serstakan áhuga hjá okkum!










