Menn fóru til hendurs, tá umleið 20 tingmenn kringsettu røðarapallin í einari roynd at forða einum munki, sum er limur í andstøðuni, at taka orðið. Tá tingformaðurin, sum eisini er andstøðumaður, royndi at sissa teir illu tingmenninar, varð hann tikin av ræði. Í Sri Lanka hevur tingformaðurin ein serligan lut standandi á borðinum sum tekin um vald hansara, men teir illu tingmenninir gjørdu ikki mætari enn at fara avstað við tí.
Munkurin, sum skuldi taka orðið, mátti á sjúkrahús, og ein annar munkur, sum royndi at hjálpa honum, mátti eisini í sjúkrabilin.
Sambært einum embætismanni var tað ikki greitt, hvør var farin við tignarlutinum hjá tingformanninum. Men luturin má fáast aftur, tí sambært lógini kann tingið ikki halda fund, uttan at tignarluturin er í tingsalinum, skrivar Reuters.