Tinglimatalið má ómøguligt minka

Hví minka um tinglimatalið?
Nú eitt uppskot er uppi um at minka tinglimatalið úr 33 niður í 25, má eg spyrja hví. Hvat og hvørjum skal hetta gagna? Um niðurskurur í tinglimatalinum er eitt sparingarátak, er so ætlanin at hækka tað aftur í betri tíðum? Og er tað ikki eitt óvanligt og vandamikið átak, at komprimera fólkaræði, bara tí vit skulu spara? Eru vit sostatt eisini sinnaði at koyra ein fjórðing av politiinum ella dómsvaldinum til hús fyri at spara (eg veit, at danir gjalda bróðirpartin av hesum, men nú hugsi eg um demokratiska prinsippi í hesum átaki)? Vit mugu sanniliga hugsa okkum væl um, tá vit fara at “pilla” við ta skipan, sum vit liva undir. Tað er eitt sindur sum at sita á eini grein og byrja at skera smá skarð í hana ymsa staðni, fyri at fáa fatur í sevjuna, og vóna, at greinin ikki brotnar.

Færri tinglimir fyri at spara 5 mió kr?
Landsstýrið og Løgtingið eru tveir hornasteinar í føroysku stýrisskipanini, ávikavist útinnandi og lóggevandi vald. Tær stýrisskipanar eindir, ið syrgja fyri, at Føroyar kunnu eksistera sum deomkratiskt og sivilisera samfelag, mugu ikki broytast vegna vantandi hugflog, dirvi ella vilja at fara eftir pengum, har teir reint faktiskt eru. Átta tinglimir kosta landinum eini 5 mió. kr. árliga. Hetta ger pinkulítlan og týdningarleysan mun í einum samfelag, sum árliga nýtir 4.700 mió. kr í almennum veitingum. Við at koyra átta tingfólk til hús, minkar útreiðsla landskassans 0,1%. Hetta er “peanuts”; meðan avleiðingarnar fyri einum komprimeraðum løgtingi, kunnu vera sera álvarsamar.

Árin av hugflogsleysum sparingum
25 tinglimir merkir, at ein meiriluti á tingi kann vera 13 tinglimir. Hetta kann gerast ein máttmikil losja. 3-4 sterkir persónar fáa lættan leik at stýra henda lítla hóp, sum teimum lystir. Færri tinglimir merkir eisini verri umboðan av fólkinum – her hugsi eg ikki bert um lokal-økini, men eisini ymisku málbólkarnar, serstakliga veikar málbólkar. Eisini verður sera trupult at fáa útskifting av tinglimum; tí við færri tinglimum skal størri framgongd ella afturgongd hjá flokkunum til, fyri at eitt tingfólk verður mist ella vunni afturat.
Tá ið vit skulu spara á almenna økinum, mugu vit gera tað við skili. Løgtingið er ein partur av okkara samfelagsliga fundamenti. Um eg havi tørv á nøkrum trapputrinum framman fyri úthurðina, fari eg ikki at høgga av húsagrundini hjá mær fyri at fáa tilfar til hetta. Tað hevði verið ørvitiskapur. Hetta uppskot um færri tinglimir er ikki ólíkt tí, at mága av egnari húsagrund. Við hesum er ikki sagt, at tað er í lagi, at sjúk og gomul liggja í vanrøkt vegna uppsagnir; men sum bretar siga “Two wrongs don’t make a right”. Vit mugu ikki gera okkara stýrisskipan veikari, við at minka um ein so elementeran part av henni. Løgtingið er til fyri at arbeiða fyri okkara vælferðarsamfelag. Meirilutin á Tingi hevur svikið so dyggiliga, men tað merkir bert, at tíðin er komin at skifta út í Løgtinginum. Tingmanningin skal gerast betur, ikki minni.