Tingkvinnur í Føroyskum búna á Ólavsøku

Seinastu árini hava alsamt fleiri og fleiri verið í Føroyskum búna á Ólavsøku, og hetta sæst eisini hjá tingkvinnunum. Tær hava alt frá samla, keypt, arva, lánt og gjørt sínar búnar.

Seinastu árini hava alsamt fleiri og fleiri verið í Føroyskum búna á Ólavsøku, og hetta sæst eisini hjá tingkvinnunum. Tær hava alt frá samla, keypt, arva, lánt og gjørt sínar búnar.


Rósa Samuelsen hevur sjálv valt sín búnað, og eigur alt sjálv uttan turriklæði og fyrriklæði, sum hon hevur lánt. Eisini hevur hon valt at hava ein hval um hálsin.

- Hálsiketan er nakað heilt serligt fyri meg, tí systir mín hevur bæði sniðgivið og gjørt hana, og tí var tað tilvitað at eg fór í júst hana í dag, sigur Rósa Samuelsen.

Ætlanin hjá Rósu víðari er at njóta Ólavsøkuna saman við familjuni. Ganga runt í býnum og heilsa uppá fólk.

- Tað sum er heilt serligt fyri meg, og hevur verið tað síðan eg var smágenta, tað er at lurta eftir Frelsens Hær í kvøld, sigur Rósa.


Rigmor Dam er ílatin eini føroysk klæðir ið hon hevur keypt frá vermóðir síni. Hennara Ólavsøkuaftan verður aloftast ikki gjørdur nógv burturúr.

- Eg haldi lágan profil tann fyrra dagin fyri at verða væl uppløgd til dagin í dag, sigur Rigmor Dam, ið eisini ætlar at nýta restina av degnum upp á at vitja familju, og ganga runt í býnum og heilsa uppá fólk.