Tingingarnar um at yvirtaka málsøkið Fíggjarrættur lidnar

Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Brian Mikkelsen, løgmálaráðharri, hava í dag endað tingingarnar í sambandi við avgerð landsstýrisins at yvirtaka málsøkið Fíggjarrættur Málsøkið Fíggjarrættur fevnir m.a. um veð, avtalur, endurgjald, keyp og sølu, fyrning, brúkaravernd, rentur og skrivaðar og óskrivaðar rættarmeginreglur á hesum økjum.

Innlendismálaráðið sigur, at partarnir eru somuleiðis samdir um, at samráðingarnar í sambandi við avgerð landsstýrisins at taka yvir málsøkið Sakførarastarvssemi og Revsurætt, kunnu gerast lidnar í januar 2009.

Tað fer ikki at kosta landinum nakað at fremja yvirtøkurnar av Fíggjarrættinum, Sakførarastarvssemi og Revsurættinum.

Eisini málið um at seta verjumálslógina í gildi fyri Føroyar var til viðgerðar. Ætlanin er, at landsstýriskvinnan í innlendismálum leggur hetta málið fyri Løgtingið fyrst í komandi ári, sigur Innlendismálaráðið á heimasíðu síni.