Tingingar um tekstuppskot ikki lidnar

Á COP 15-fundinum í Keypmannahavn verður framvegis arbeitt við tekstuppskotum, nú bert tríggir dagar eru eftir, til úrslitið av veðurlagssamráðingunum skal fyriliggja.

Embætisfólk fylgja altjóða tingingunum, samstundis sum roynt verður at finna eina semju við donsk samráðingarfólk um, hvussu eitt uppskot um at sjónliggera Føroyar í endaligu altjóða avtaluni kann síggja út. Tað skrivar Innlendismálaráðið í kvøld.

Har verður sagt, at enn er eingin semja gjørd um tekstin, men arbeitt verður framhaldandi á embætisstigi og á politiskum stigi at gera ein tekst, sum kann berast inn í altjóða samráðingarnar um eina nýggja veðurlagsavtalu. Í Keypmannahavn, 15. desember 2009.