Tinghella um gransking og mentan

Tinghellan her í Miðalhúsinum mánakvøldið var sera upplýsandi, og innleggini frá teimum báðum Jenny Petersen og Rúnu Hilduberg varpaðu ljós á tveir stórar spurningar í dagsins samfelag. Støðan hjá mentanini og støðan hjá granskingini. Vit skulu her bert umrøða granskingina, men venda vit aftur til mentanina seinni. Framløgan um granskingina var, hóast hon var merkt av afturvendandi niðurlag um trot á samskipan og trot á peningi, rættiliga bjartskygd. Seta vit okkum mál, raðfesta vit rætt og samskipa vit gransking í Føroyum, so kann granskingin fáa stóran týdning fyri menningina. Eisini visión 2015 var eitt afturvendandi evni á fundinum.

Framløgan vísti, at vit eru langt frá altjóða krøvunum um, at 3% av BTÚ skulu nýtast til gransking og nýskapan, um eitt framkomið samfelag skal kunna fylgja við. Víst varð á, at játtanirnar til gransking og nýskapan eru alt ov smáar og alt ov spjaddar. Men nú bendir sambært framløguna alt á, at granskingin verður samskipað, og skuldi hetta givið betri møguleikar fyri at raðfesta føroyska gransking. Ein annar spurningur snúi seg um viðurskifti millum gransking og vinnu og orðið nyttugransking var mangan á lofti. Vinnan er lítið við í dagsins gransking, men við tí samskipan, ið er á veg, verður vinnan tikin við upp á ráð, og hon verður umboðað í einum nýggjum granskingarráð, ið skal hava til endamáls at orða granskingarpolitikkin. Hetta var alt sera áhugavert. Men tað, sum manglaði var eitt boð uppá, hvussu tann nýggi granskingarpolitikkurin skuldi fíggjast. Hetta kom serstakliga fram undir drúgvari umrøðu av granskaraparkini, ið skal byggjast á Debesartrøð. Hon skal byggjast fyri vinning av einskiljingum, men eingin kundi upplýsa, hvussu raksturin skal fíggjast.

Nú má landsstýrið koma út úr runninum og fáa hesa nógv umrøddu samskipan av granskingini framda. Soleiðis var boðskapurin frá fundinum. Landsstýrið má eisini kunna almenningin um, hvussu ein stórfingin og visonerur granskingarpolitikkur skal fíggjast. Sambært upplýsingar á fundinum er ikki tann stóri viljin at játta pengar til hetta økið. Ja, í roynd og veru hevur tað gingið tann øvugta vegin tey seinastu árini. Hesin veruleiki hongur ikki saman við visión landsstýrisins og øll tey føgru orð um tann týdning granskingin hevur fyri samfelagið. Hetta er í roynd og veru tann tyngri parturin av hesum máli. Um samskipanarætlanin ikki verður fylgd av eini veruleikanærari fíggjarætlan, er vandi fyri, at alt dettur á gólvið. Hetta var ein niðurstøðan, og her mugu vit siga okkum at vera samd.

Sosialurin