Tinghúsvegur 37 er nú ogn býráðsins. Talan er um eini sethús, sum nú verða útleigað til AA og Al Anon, sum eru felagsskapir fyri rúsdrekkamisnýtarar og teirra avvarandi.
? Tey hava fingið húsini til leigu, og tað verður so teirra uppgáva at umvæla tey og halda tey við líka, sigur Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari, so hvussu og nær húsini verða tikin í nýtslu veit hann ikki at siga.
? Dansifelagið hevur Hornahúsini, og Kvinnufelagið hevur til dømis Mettustovu. Tað stendur ikki í nakrari lóg, at býráðið skal hýsa felagsskapum sum hesum, men hetta er gjørt fyri at bøta um trivnaðin í høvuðsstaðnum.
Til ognina Tinghúsvegur 37 hoyrir ein stórur grønur garður, og harafturat eigur býráðið frammanundan tað grøna økið frá Sjónleikarahúsinum niðan til Tungugøtu. Sostatt strekkir økið hjá býráðnum seg frá Sjónleikarahúsinum og heilt niðan á Tinghúsvegin.
? Hetta økið kemur at verða ein park. Ein grønur blettur í býnum, har tað skal verða opið hjá almenninginum at vitja, sigur Jens Marius Poulsen.