Tingfundurin uppafturtikin

Tingfundurin, sum varð útsettur, orsakað av samgonguslitinum í gjár, var tikin upp aftur klokkan ellivu fyrrapartin.

Eittans mál er á skránni ? nevniliga fyrsta viðgerð av umstrídda uppskotinum um játtanarkarmarnar, sum var høvuðsorsøkin til samgonguslitið í gjár.

Uppskotið til játtanarkarm er luftalsliga nýtt av sínum slag. Tað varð fyrstu ferð roynt í fjør.

Ætlanin við hesum slagi av uppskoti er at læsa ein játtanarkarm fastan, sum skal slóðað fyri fíggjarlógini, sum kemur í heyst.

Í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum hevur lagt fyri tingið, leggur karmurin upp til eitt hall á 429 milliónir krónur næsta ár.

Í 2013 skal hallið vera 300 milliónir, í 2014 150 milliónir, og í 2015 er ætlanin at fáa javnvág aftur á fíggjarlógini.