Løgtingið fór til hús tíðliga í morgun, mentingfundur er aftur klokkan 11 fyrrapartin.
Tvey mál eru eftir at viðgera. Tað er álitið frá fíggjarnevndini til fíggjarlógina fyri 2016 og álitið frá vinnunevndini um uppboðssøluna.
Álitini vóru ikki framløgd í nátt tí okkurt var eftir at gera, men væntandi skulu hesi málini avgreiðast í morgin. Vanligt er, at tað tekur drúgva tíð, endaliga at viðgera fíggjarlógina.
Viðvíkjandi uppskotinum um uppboðssøluni, so er ivasamt um tað enn er semja í vinnunevndini - og um samgongan hevur sínar 17 atkvøður við í uppskotinum.










