Líkasælir hundaeigarar

Í Vestmanna kommunu heita tey enn einaferð á hundaeigarar um at taka upp eftir hundinum, men líkt er ikki til, at lurtað verður nóg væl eftir.

Tín hundur - tín lortur! 

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu, har tey í 2019 fóru undir eitt átak at fáa hundaeigarar at taka upp eftir hundunum. 

 

Men, tíverri eru tað framvegis nógvir hundalortar at síggja, ásanna tey í Vestmanna.

 

Í kommununi vita tey ikki, um talan er um leysgangandi hundar, ella um tað framvegis eru eigarar, sum ikki taka upp eftir hundinum.

 

- Men, vónandi er tað ikki so, verður lagt aftrat.

 

Tey heita tí enn einaferð á hundaeigarar um at taka upp eftir hundinum, og hundaposar fáast til keyps í flestu matvøruhandlum.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at um leysgangandi hundar ella onnur djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini. 

 

- Løgreglan setir seg síðan í samband við aktingarmannin, verður lagt aftrat.