Timosjenko tikið kæruna aftur

Í Ukraina hevur Julia Timosjenko gjørt av at sleppa kæruni ímóti Viktor Janukovitj, sum hon hevur skuldsett fyri valsvik. Politiskir eygleiðarar í Ukraina siga, at Julia Timosjenko hevur ikki álit á, at dómsvalið fer at kanna kæru hennara nóg gjølla, og at tað tí er nyttuleyst at lata dómsvaldið gera nakra kanning.

Tað er ikki heilt greitt, um avgerðin hjá Juliu Timosjenko merkir, at hon viðurkennir úrslitið av forsetavalinum.

Altjóða eygleiðarar, sum hildu eygað við valinum í Ukraina, søgdu seg ikki hava sæð nakað óregluligt.