Lati okkum leggja hesa vælsignaðu friðarløtu í Harrans hendur.
Maður, ið fær sína egnu tíðarrokning, er ikki hvør sum helst. Maður, hvørs navn, fatan og lagnudeyði hevur fingið alt størri týdning fyri mannaættini ígjøgnum eina greipu av millennium eigur við vissu sæti hinumegin vanliga fatan og vísund. Rómverski deyðin á krossinum er markamótið, táið éin maður tekur á seg allar syndir, kollektivu ábyrgdina á sínar herðar, samstundis sum stungin verður út ein kós, ein læra, sum í allar mátar skal vera etiska og moralska undirstøðukervi hjá mannaættini frameftir heilt til veraldar enda. Í túsund ár og meira afturat sang meginskald okkara um annað høpi. Jesus Kristus, sum Jesaja spámaður segði um, at hann rann upp sum runnur úr turrari jørð, hevur styrkt støðu sína í fatan menniskjans í tvey túsund ár og meira afturat, Hesin sonur Guðs, sum Magnus Dam Jacobsen sigur um í frálíku bókini Ì Grønlandi við Kongshavn: ”Á krossinum hongur Frelsarin, misskiltur og misbrúktur. Eingin skilti, at rópini út í oyðimørkina, vóru róp inn í tómar sálir, har onki bergmál var at finna. At heimsins ljós var innan í einum sjálvum. At hann ikki hekk har sum syndabukkur, men sum fyrimynd, sum sannleiki. Hann doyði fyri okkum og syndir okkara, men boðskapur hansara var, at fáa hvønn einstakan at finna sannleikan í sjálvum sær, sjálvur at taka ábyrgdina og skuldina. Bønin er tigandi, tøkkin er ljómandi.”
Vit menniskjans er avmarkað. Vit fata tíð og stað í mun til okkara egna horisont. Sum svartaklukkan, ið stendur á botninum í súrhoyggjabrunninum og heldur at ljósið, sum gapið í erva avmarkar, er alheimurin. Vit kunnu við forvitni okkara í besta føri víðka og tamba sjónarringin stutta áramálið okkum er tillutað, men handan hetta stikið liggja tær villu víddar, sum so serliga væl vera lýstar í Hebrearabrævinum 11. kapitli og fyrsta ørindi: ”Men trúgv er treyst í tí, sum vóna verður, sannføring um teir lutir sum ikki eru at síggja.” Hetta er sjálv ryggásin ímillum tveir mentalar heimar, hin fatandi, sum skilir og brúkar vísund til at skilja og bøta um vernd skapanarverksins dag eftir degi, og so hin trúgvandi, har ongin ítøkiligur verkligur fasittur kann leggjast fram fyri øðrum enn tær sjálvum, í samsvari við sannføringina í sál og handan skallabeinini hjá hvørjum einstøkum okkara. Hesin individuelli sannleikin, hendan einsamalla sannføringin, er kanska orsøkin til, at mong okkara hava eitt so dularfult eygnabrá, at kalla sum úlvaldurin, kamelurin, sum Viderø møtti á ferð síni til Jorsala: ”Einsamallur úlvaldur stendur har og gánar undan veðrinum, sokkin í undirdjúpar hugsanir, heimurin er ikki til fyrir honum. – Hundrað nøvn sigist Allah at hava, níti nýggju eru monnum kunn, einans úlvaldin veit hitt hundrasta. Ei undir í, at hann stendur dulin at sær með ovmetnaðarfullum yvirbragdi. Allah viti, hvat navn tað mun vera, og hvat tað merkir.”
Júst í hesum spenningsfeltinum er tað, at Menniskjusonurin spælir sín avgerandi leiklut. Her er tað, at relatiónirnar spretta og fatlast, - at synergimegin sprongir øll mørk. Her daga fram allir ælabogans litir og her hava ótroyttiligu kenslurnar sína bráðpannu, ið liggur sum eitt kelduvað hjá tystum fólki í øllum tess fasettum. Spælt verður allegro, andante, crescendo. Megin í tónleikinum er so ymisk og innkomuvegirnir til Damaskus so mangir. Menniskja ein mýruvongur í stóru karusellinni, sum Skapari himins og jarðar gøllheldur í sínum lógva. Ei dáni í, at vestmenningurin Martin Joensen hevur latið seg íblása av hesum veldugu myndum. At hann eftir trega og eitt minni fall leypur seigliga um stikið, og til endans staðfestir, at nú tørvast hjálp frá einum timburmanni, og sum hann so spoyskliga tekur til: Kanska onkur býr í Nasaret.
Í túsund ár og meira afturat hava vit føroyingar virka á og í hesum undirstøðukervinum. Í hesi sferuni. Skurðguðamyndirnar verða hevjaðar til skýggja og falla. Politiskir oddvitar verða dyrkaðir sum halgimenni í eitt og tvey ættarlið, men hvørva sum døggin fyri sólini, verða høgdir niður, tí teir røkka ikki yvir um stikið handan okkara verkligu fatan. Deyðiligir syndarar sum tú og eg, verðslig valdsmenninskju, sum í mestan mun virkaðu fyri egnan vinning ella tess verðsligu hugsjón, ið teir hildu skuldi lynna undir materiella gerandisdagin hjá samtíðarfólki teirra. Her fanst og finst ongin hetjudeyði, onki rationelt martyrium. Her var onki menniskja handan kosmetisku fasaduna, sum átók sær syndir annara og til endans bløddi út á heygnum Golgata, ímeðan tey glataðu í ovfarakæti treðu deyðadansin. Í túsund ár. Apropos, um fáar mánaðir fara gøtufólk at seta upp eina standmynd av navnframasta bygdasoninum nakrantíð. Tróndi í Gøtu. Hetta er ikki ein skurðguðamynd. Heldur ein áminning um søgu bygdafólksins og landsins. Og kanska ein evarska lítil roynd at gera enda á heidningaspjaldri hansara, ið yrkti fyrsta sálmin vit kenna, og sum Mikkjal á Ryggi so sera væl hevur umyrkt í sálmabók okkara:
Givnir eru einglar góðir,
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
Sær hann til mín lut at varða.
Handan verðsliga stikið er ikki eittans megi. Har renna áhaldandi tær báðar meginrásirnar andvegis hvørji aðrari. Hitt illa og hitt góða. Samanbresturin. Konfrontatiónin. Hetta er dialektikkurin í evsta blóma. Vit eru nú aftur í kjarnu trýstsins, har sum tær stóru avgerðirnar skulu takast. Har peilast skal av eftir rættastu ýtum. Á Oljufjallinum, - í Getsemane. Sum stóra skaldið úr Gerðabrekku tekur til: ”Frelsarin græt yvir tað, sum hann skoðaði av Oljufjallinum, tí hann sá, at tær sundrandi krefturnar skapa skilnað alt inn í ævinleikan – tess vegna fell sveitti hans sum blóðsdropar á jørðina her í Getsemane. Getsemane merkir víntrong. Í eysturlondum var í hvørjum urtagarði víntrong, har vínber og ólivuber vurðu fargað, og vín og olja kroyst burtur úr teimum. Men Getsemane merkir meira; tað merkir ”víntrong heiftar – vreiði Guðs hins alvalda.” Og hendan ”víntrong” varð av sonnum trodd av, heiftar – vreiði Guðs hins alvalda. - - - Allar helvitiskvalir nívdu hann - - -. Oljufjallið er ikki bara samkváma himins og jarðar, heldur og samkváma himins og helvitis. Her stríddist Hann við hann, sum allar hinar sundrandi krefturnar ganga út frá, tær kreftur, sum valda hinum æviga skilnaði.
Hetta stríðið var ikki strítt fyri at vit í ællar ævir skuldu setast hendur í favn í okkara gerandisdegi. Okkara er leikluturin, at skipa og røkja skapanarverkið soleiðis, og við tí hugburði, at hvørt ættarlið bara hevur heimin til láns frá sínum børnum, abbabørnum, langommubørnum et cetera. Vit eru Guðs og Frelsarans pedellar í hesum heimi. Vit skulu haga um javnvágirnar. Um sinuskurvarnar í streymtalvuni. Komi at hugsa um ein loðs í Grimsby sum einaferð skuldi flyta eitt føroyskt fiskifar út eftir Humber ánni á eini flóð. Skiparin var soleiðis skikkaður, at hann hevði ongan hug at fara. Loðsurin royndi av øllum alvi at fáa hann fram á bonkarstokkin í bestikkrúminum. Hann lætst ikki um vón fyrrenn bretin blíðliga hótti hann við, at nú reið um snarið, skuldu teir klára flóðina. Tá svaraði skiparin so sera filosofiskt: ”There will always be a tide again.” Skal hendan hugspekin halda, er tað alvegis neyðugt, at vit fara um Guðs skapanarverk við skili, spekt og sóma. Fara sjóvarføllini at skeiklast av menniskjans óansni og vanrøkt býður ikki í bøtur. Jørðin gongur sundur. Tæðist í tógvar lutir.
Mangt bendir á, at glúpskni og grádigheit eru í holt við at laða niður garðarnar Guð hevur sett okkum at røkja. At ein sníkjandi dekadensa er í fer við at taka yvirhond. Materian vinnur á andanum. Eitt meginrák í tíðini er tí vorðið hugtakið ”to be sustainable” – at vera burðardyggur. Smátt um smátt gerast vit varug við, at vit hava gjørt okkum somikið inn á verk Drotsins, at eitthvørt má gerast skulu vit og eftirkomarar okkara bera boðini. Veðurlagsbroytingar, sum kunnu fáa katastrofalar avleiðingar, dálking, ið vanskeplar heimin og ovurveiða og ekstravagant trároynd eftir tilfeinginum í havinum, eru bara nøkur dømi úr rúgvuni. Nú eru vit á markamótunum, har vísindin kann og skal koma alheimsins snældu til hjálpar. Á mótinum har vit, skil og heilamegi er mesta trotvøran.
Nú eru vit aftur í Palæstina saman við stóra skaldinum úr Skálavík: ”Eg gangi mær suðureftir fram við vatninum, Genesaret vatni sjálvandi; sama deyðakyrd allan vegin. Í Betsajdu sessist eg niðri við sævarmálan og lýði á smáøldurnar, ið bera við strondina, eins og teskandi um gamlar dagar, táið strondin har var avtakin bátum, og útróðrarmenninir fingust við nótir og net, og táið roykur stóð upp úr hvørjum hroysi, og børnini leku sær um geilarnar, etandi livurmagar og rognadrílar, og møður stóðu úti fyrir durum lítandi sælar út yvir bygdina og vatnið, og spjallaðu um hin stórmerkiliga træsmiðin frá Nazaret, sum kundi siga monnum, hvar teir skulu fanga fiskin og kundi betur enn nakar formaður í Betsajdu at stýra báti í ringum sjógvi; ja, hann havdi javnvæl mettað margar túsundir manna með nøkrum fáum smáfiskum; men tað vakti bæði sorg og furdu, at hinir vænligastu ynglingarnir og bestu útróðrarmenn í bygdini skuldu fara frá øllum og binda felag við mann, sum einki gjørdi og átti ikki tak yvir høvdið og prísaði fátækar sælar og beyð monnum at liva, sum blómur og fuglar, onga áhyggju gera sær um mat.” Lopið er langt úr Jorsala til Roma, táið hann fyri føtur ”hins heilaga faðir” – Vicarum Dei – hoyrir menn spjalla um skamtanarmerki, bacon og egg. Nú eru vit aftur í æviga afturvendandi skiftinum ímillum materiu og anda. Har tað kann gangast úr spónalagnum, um illa vil til. Har grádigheitin kann gera seg inn á ein susteinablan heim. Onkuntíð møtast hesi tó á miðjum vegi. Hugsi um frásøguna hjá Sigurði Joensen í Útvarpinum, táið hann segði frá um ferð sína í Búgvanum. Hann var júst farin undir lestur í Keypmannahavn og gjáarmenn vitstu ikki betur, enn at hann vann sær nám á teologiska fakultetinum í ríkisins metropoli. Hann og ein eldri bygdamaður lógu nátt í Búgvanum. Bráðliga letur í hesum eldra: ”Tú Sigurð, táið tú verður prestur, gloym tá ikki at biðja fyri lomviganum.”
Kristindómurin slapp ikki undan menniskjans meldri og merkiligu áhugamálum. Tað góða er í opnum stríði við tað minni góða. Sum Magnus á Kamarinum filosoferar í koyggjuni umborð á Kongshavn, á frívaktini í slavnu ístokuni við Grønlands strendur: ”Stóra sorgarsøga Kristussar er, at boðskapur hansara er vorðin sjakran og handil, tuskan og biddan, at býta, keypa og selja, forrætning, ella, skýbøklar av synd, iðran og ótta. Gleðiboðskapurin takkar, er ikki krevjandi, hann gevur. Bønin er eyðmýkt og viðurkenning av lívsins stórlæti og undirverki uppá gott og ilt. Einki at krevja enn av sjálvum sær Har finna ljósið, upprunan, sannleikan og lívið.”
Máttu kirkjur okkarar, samkomur okkara og tey sum í lítiðlætni eru í samfelagi við Guði og soni Hansara, soleiðis sum evangelisturin Matteus sigur tað so væl í 6.6: ”Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær,” í allar ævir megna at hildið og styrkt samrenningarmegina um tað einasta ið eftir stendir, táið alt annað er foykt burtur.
Til endans loyvi eg mær at takka grannanum, Dómkirkju landsins, fyri at tey, ið vara av henni, heittu á meg um at siga nøkur orð her í fedranna kirkju í kvøld. Nostalgiin leitar aftur til fyrstu Bíbliuna eg sum barn fekk frá ommu míni. Hon hvarv í djúphavinum við Noregis strendur, og stutt eftir tað lat táverandi bispur, Hans Jákup Joensen, táverandi krikjumálaráðharra og limi stiftstjarnarinnar hesar Heilagu skriftir í týðingini hjá stóru málmeistarum landsins, Dahl og Viderø. Vit hava nógv at takka fyri. Eisini fyri at Martin og Eyðun samsvarandi avtalu um korta stund fara at leika og syngja fyri okkum um húsasmiðin úr Nazaret. Eftir tað enda vit við sálminum hjá Tróndi: Givnir eru einglar góðir.
Lat okkum nú til endans biðja saman. Hugsanirnar og bønin fer serliga til teirra, ið ongan góðan hava, teirra ið komu so illa undan, at jarðarlívið kann kennast sum ein tregi í gerandisdegnum, teirra ið liva í lívsins skuggagørðum og ein serlig kvøða fer í kvøld til mínar gomlu kollegar á føroyskum havleiðum og í fremmandum sjógvi. Lat Skapara himins og jarðar og Menniskjusonin verða við teimum og vera vitar okkara í lívsins verki, og lat trúnna vera sum hjá forfedrum okkara, ein líka inngrógvin og basalur partur av øllum okkara lívi og verki, sum matur og drekka, táið svongd og tosti setur at kroppinum.
Faðir vár, Tú, sum ert í Himli.Heilagt verði navn Títt.
Komi ríki Títt.
Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.
Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.
Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.
Amen.