Orka er okkurt heilt serligt, og hevur við sínum orkufullu framførslum rúnarbundið lurtarar úti sum heima, tí er Orka í uppskoti til planetina fyri besta tónleikanavn. Hjá Orku gongur tað at bróta upp úr nýggjum hond í hond við lurtaravinarligheit. Júst afturumfarna konsertferðin endaði á Transmusicales festivalinum í Rennes í Fraklandi, har Orka var húsorkestur, og fekk frálíka umrøðu í nógvum fronskum og bretskum miðlum. Umframt tilboð um, at spæla á Noise of Art festivalinum í Royal Festival Hall í London.
Bólkurin spælir á ymiskt úr einum fjósi á Strondum, og skapar okkurt sum nokk best kann lýsast sum ordiliga fangandi fólkatónleik við einum nýskapandi industrial ljóði. Orka telist heilt víst millum bestu føroysku tónleikanøvnini í løtuni.
Fyri at atkvøða fyri Orku send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bf4. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.