Budam var í fjør í uppskoti til heiðurin besta nýggja navn, í ár hevur bólkurin staðfest, at hetta var uppiborið.
Á konsertum úti og heima hevur inniliga framførslan hjá Budam rørt áskoðarar. Ummælarar detta um hvør annan at rósa bólkinum, og fløgan Stories Of Devils, Angels, Lovers and Murderers er framúrskarandi. Áhugin uttanlands er alsamt vaksandi og hevur tú uppliva eina Budam konsert, so skilur tú væl hví so er. Bólkurin bjóðar eina mentanarliga heildarupplving av teimum frægu.
Atkvøð fyri Budam sum besta føroyska bólki ella einstaklingini við at smsa: pla bf2 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb










