Tilflytarar í starvsvenjing á kommunalum stovnum

Integratiónssamskipari skal setast, og undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar á kvøldskúlanum skal mennast. Tað sigur nýggi meirilutin í Tórshavnar býráð

 

Nýggja samgongan í Tórshavnar býráð fer at arbeiða fyri, at tilmælini um integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu verða fylgd, og at tilboð fyri tilflytarar í kommununi verða raðfest og løgd í fasta legu.

 

– Integrasjónssamskipari verður settur at veita tænastur til tilflytarar, at savna og menna tilboð hjá landi og kommunum. Sum royndarætlan verður altjóða hús skipað at leiðbeina tilflytarum, stendur millum annað í samgonguskjalinum.

 

Harumframt er ætlainin, at sjálvboðin, lesandi, eldri tilflytarar og onnur, ið kunnu ella vilja hjálpa, taka lut í hesum arbeið.

 

Undirvísing fyri tilflytarar í føroyskum á kvøldskúlanum skal mennast, og Tórshavnar kommuna fer eisini ganga á odda við at bjóða starvsvenjing.

 

– Tað verður gjørt á kommunalum arbeiðsplássum, sum lopfjøl til at hesi kunnu nýta teirra egnu førleikar, stendur í samgonguskjalinum.