Tilfeingisgjald á allan fiskiskap næsta ár

Tann 1. januar verður tilfeingisgjald lagt á øll fiskirættindi, vit eiga, bæði á nær- og fjarleiðum.

Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í formansfrágreiðing síni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun.

Sostatt verður hetta seinasta árið, føroysk skip sleppa at fiska ókeypis.

Løgmaður staðfesti eisini, at samstundis verður eitt brúksgjald lagt á allan aldan laks.

Annars verður tilfeingisgjald lagt á makrelin longu í ár.

Løgmaður staðfestir, at vit eiga at broyta bygnaðin í fiskivinnuni so at hon byggir á aðalregluna um at hon skal verða altjóða viðurkend sum burðardygg.

Høvuðsendamálið við tí er, at vit fáa størri úrtøku og inntøkur úr okkara fiskastovnum.

- Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni og útlendskur ognarskapur

í høvuðsvinnuni eigur at avmarkast.

- Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúksrættur kann verða latin fyri

eitt ávíst tíðarskeið soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar.

- Hetta áramál verður minst átta ár og tað verður í mesta lagi 12 ár sigur løgmaður.

- Vit eiga at seta okkum sum mál, at um fimm ár eru Føroyar millum fremstu lond í

heiminum, tá ið talan er um virðisøking av matvørum úr sjónum, sigur løgmaður.

- Fyri at hava nakran møguleika at røkka hesum máli, er neyðugt at skipa

fiskivinnuna við færri og sterkari fyritøkum.

Tað er hetta er tað, sum skal til, fyri at vit skulu verða fult kappingarfør við heimsins lond, bæði tá ið talan er um

burðardygga veiðu og kappingarførar virðisøkingareindir.

Løgmaður sigur, at ein kappingarfør virðisøkingareind kann vera antin skip ella virki, ella bæði.

- Men tað kann so sanniliga eisini tann strategiska leiðslan í hesum eindum, her hugsi eg um, at vit hava bestu vitan innan veiðu, framleiðslu á landi, marknaðarførslu og sølu, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Á myndini, sum er av landsfundinum, sæst hann í miðjuni, práti við Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismann, vm. og Alfred Olsen. Aftanfyri sæst Hans Christian Abrahamsen.