Altjóða samanberingar vísa, at kvinnuumboðanin í Føroyum er nærum eins aftarlaga og Pisa úrslitið. Føroyar liggja nummar 135 av 192 londum Hóast Føroyar var eitt tað fyrsta staðið í heiminum har kvinnur fingu atkvøðurætt, mugu vit ásanna, at føroyskar kvinnur ikki longur liggja í fremstu røð á tí politiska mótinum.
Hagstovan hevur samanborið, hvussu stórur partur av tinglimunum í Norðurlondum eru kvinnur, og har er greitt, at Føroyar liggja langt aftanfyri hini. Í flestu londunum eru eini 4 av hvørjum 10 tinglimum kvinnur. Í Svøríki, sum liggur á odda, eru kvinnurnar nærum líka nógvar sum mannfólkini. Í Íslandi er triði hvør tinglimur kvinna. Í Føroyum harafturímóti umboða kvinnurnar minni enn ein tíggjundapartur av tinglimunum.
Felagsskapurin IPU (www.ipu.org) hevur eitt yvirlit yvir tingumboðini í 189 sjálvstøðugum londum. Telja vit Føroyar, Grønland og Áland uppí, koma vit upp á 192 lond.
Millum øll hesi 192 londini liggja Føroyar sum nummar 135 í tí niðasta triðinginum. 57 lond liggja aftanfyri okkum og 14 av hesum londum hava als onga kvinnu á tingi, eitt nú Saudiarabia og Kirgisistan.
Føoyar og umheimurin
Í 38 av 43 evropeiskum londum eru kvinnurnar frægari umboðaðar á tingi enn í Føroyum. Føroyar liggja í næstniðasta bólkinum framman fyri Malta og Albania. Aftast í Evropu liggur Turkaland við eini kvinnuumboðan upp á 4,4%.
Felagsskapurin IPU (www.ipu.org) hevur eitt yvirlit yvir tingumboðini í 189 sjálvstøðugum londum. Telja vit Føroyar, Grønland og Áland uppí, koma vit upp á 192 lond.
Millum øll hesi 192 londini liggja Føroyar sum nummar 135 í tí niðasta triðinginum. 57 lond liggja aftanfyri okkum og 14 av hesum londum hava als onga kvinnu á tingi, eitt nú Saudiarabia og Kirgisistan.
Heimsmeistarin Rwanda
Eitt land í heiminum hevur eina betri kvinnuumboðan á tingi enn tann svenska. Í Rwanda vórðu 39 av 80 sessum við valið í september 2003 kvinnur. Ein nýggj stjórnarskipan í Rwanda, sum leggur serligan dent á javnstøðu, ásetur millum annað, at kvinnurnar eiga minst 24 sessir í tjóðartinginum.