Landsstýrið tók tað í stórum álvara, tá næstovastin á støðini í Mjørkadali og Sornfelli í 1976 segði við myndablaðið Magn, at støðin var til reiðar at verja seg ímóti føroyskum álopum á støðina.
Landsstýrið sendi ríkisumboðnum skriv við fyrispurningi um málið, men einki svar finnist til skrivið.
Hetta stendur at lesa í nýggju ískoytisfrágreiðingini til ávegisfrágreiðingina um Føroyar í kalda krígnum, sum Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, hevur gjørt.
Jákup Thorsteinsson hevur havt atgongd til øll skjøl hjá landsstýrinum um NATO og hernaðarmál annars. Út frá hesum skjølum, hevur hann gjørt eina ískoytisfrágreiðing til frágreiðingina, sum er at finna í Svørtubók.
Klárir at verja seg
Í hesi frágreiðing staðfestir Jákup Thorsteinsson, at tað vakti ans, tá næsovastin á støðini í Mjørkadali/Sornfelli, Jensen majorur, hevði samrøðu við myndablaðið Magn í juli mánaði 1976.
Í samrøðuni viðgekk majorurin, at støðin í Mjørkadali og Sornfelli var eitt álopsmál hjá eystanveldunum í krígstíð.
Majorurin segði við blaðið, at støðin í Mjørkadali og Sornfelli var eitt tað fyrsta, sum ein mótpartur í krígsstøðu fór at royna at oyðileggja. Sama var galdandi fyri allar aðrar ávaringarstøðir kring heimin.
Harafturat segði Jensen majorur, at herstøðin í Mjørkadali var til reiðar at verja seg ímóti álopum frá føroyingum. Hesi fólk umrøddi majorurin sum fólk, ið onkursvegna vórðu vápnað, og sum onkursvegna høvdu samband við tey, sum fóru at leypa á støðina.
Fylgdu við í Føroyum
- Um Jensen majorur er rætt endurgivin í Magn, so er orðingin rættiliga áhugaverd, tí so merkir hetta, at hervaldið hevur roknað við tí møguleika, at eystanveldini hava havt viðhaldsfólk í Føroyum, skrivar Jákup Thorsteinsson í síni ískoytisfrágreiðing.
Orðini hjá Jensen leggja helst eisini upp til, at hervaldið fylgdi við, hvørji fólk kundu hugsast at taka part við eystanveldunum í møguligari krígsstøðu.
Í august mánaði 1976 sendi landsstýrið, sum tók orðini hjá Jensen í stórum álvara, ríkisumboðnum skriv við fyrispurningi um málið. Jákup Thorsteinsson hevur einki svarskriv funnið frá ríkisumboðnum.