Til ommu og abba mín

á diamantbrúðardegnum 08.09.06


Nú summarið er fari framvið,
sita tit, omma og abbi við lið.
Diamantbrúðardagurin er í dag,
og tí eri eg í góðum lag.
 
Hjá tykkum er altíð gott at vera,
tit vita ikki hvussu gott, tit skulu gera.
Omma alt gott á borðið man seta,
nei, hjá tykkum sleppi eg ikki undan at eta.
 
Sparka bólt við abba stuttligt er,
serliga, tá omma kemur upp í við ferð.
Abbi og eg hoppa songini í,
nei, tá blandar omma seg ikki uppí.
 
Omma ruddar og vaskar hvønn ein dag,
abbi gongur túrar, keypur inn við góðum lag.
81 og 88 ár tit eru blivin nú,
hvør skuldi hesum trú.
 
Eg ynskji tykkum ein góðan dag,
nú vit øll við tykkum eru so glað.
Jesu pápi tykkum er hjá,
tillukku ynskjist her Aron frá.