Eg kom at kenna Karl Johan, tá vit fóru í Realskúla í 1954. Vit gjørdust síðukammiratar og vinir fyri lívið. Vit fylgdust eisini í Studentaskúlan, har vit vóru á fyrsta holdinum, sum gingu í tann trý ára skúlan, og samstundis teir seinastu, ið gingu úti á VBV, sum lá úti á Skansavegnum við útsýni yvir havnarlagið og allan Nólsoyarfjørðin. Tíðin á VBV var góð og útviklandi hjá okkum, tori eg at siga. Eisini tí vit høvdu sum fasta rutinu, altíð at ganga langar túrar aftáná skúlatíð, út á molan, níðan í býin, og soleiðis nakrar ferðir aftur og fram til øll ivamál vóru vend og diskuteraði forsvarliga ígjøgnum. Karl Johan ætlaði at lesa til tannlækna, og fór í 1962 niður til Århus, men tá hann sá, at teir skuldu lesa næstan líka nógva anatomi, sum læknar, so skifti hann studium, og bleiv lækni.
Karl Johan var, sum eg kendi hann, ein ógviliga reellur, ágrýtin, vitandi og fantasifullur maður. Hann var lættur at tosa við. Hann var oftast í góðum lag, og virkaði sjaldsama positivur. Hann var typan, sum longu í skúlanum fór langt út um lesibøkurnar, sum skuldu terpast. Ofta sat hann í tímunum og teknaði og konstrueraði ymisk innviklaði apparat og ting. Eg minnist einaferð í Realskúlanum, at hann hevði eina lidna konstruktiónstekning til ein benzin-motor. Hann ætlaði at stoypa allar deilirnar sjálvur. Um ætlanin bleiv gjøgnumførd minnist eg ikki.
Karl Johan var stovnari av Tórshavnar Froskmannafelag saman við Arnbjørn Thomsen, S.A. Jensen og Hera Mørkøre. Hesir vóru teir fyrstu í Føroyum, sum av álvara fóru at kanna lívið og vakurleikan á havsins botni.Teir fóru at geva blað út, Froskmannatíðindi, og har vóru eisini fotomyndir, sum Karl Johan hevði tikið undir vatni við einum undirvatnskamera, sum hann sjálvur hevði gjørt sær. Tað var eitt vanligt fotografiapparat, sum var sett í eitt hylki, sum var gjørt úr einum gomlum el-málara. Fyri at kunna stilla tíð, blendu og avstand á apparatinum, hevði hann klipt ein fingur av einum gummihandska og sett í eitt hol, so hann undir vatni kundi stilla apparatið og taka góð bíløt. Eg meini, at Karl Johan eisini var fyrstur at keypa sær eina svimjidrakt, eina turrdrakt, sum man brúkti tá. Teir høvdu áðrenn hetta allir kavað í føroyskum troyggjum, men tað kundi allíkavæl vera nakað kalt.
Aftan á lestrartíðina í Århus bleiv Karl Johan lækni á Tvøroyri, og tað bleiv hansara lívsstarv, og sum altíð var hann í hesum arbeiði nærlagdur og avhildin. Tað var ikki so ofta vit hittust tey seinnu árini, men hvørjaferð tað hendi, føldist tað, sum eingin tíð var gingin. Eg hevði glett meg at hitta Karl Johan aftur, nú okkara studentaárgangur skal hittast aftur í juni til 50 ára jubileum, men so skuldi ikki vera.
Góða Alma, tit vóru eitt vakurt og verdugt par, líka frá tí tit fóru at ganga saman í skúlatíðini í Havn. Eg hugsi í dag um teg og tykkara familju við samkenslu. Eg eri takksamur fyri, at eg havi kent Karl Johan, hann var ein góður, glaður og inspirerandi vinur.
---
Rolf Guttesen