Næstin, sum arbeiðir millum gøtubørn í Nakuru í Kenya, skipar fyri. Endamálið er, at samla inn pening, at keypa matpakkar fyri. Matpakkar til tey 750 børnini, sum eru knýtt at skúlanum hjá NLAI, men sum teir seinastu 4 mánarnar ikki eru sloppin í skúla vegna korona átøk.
Matpakkarnir, sum kosta 70kr. stk., eru settir saman soleiðis, at teir eru til eina heila familju. Higartil hava tey fingið ein pakka um mánan, men ynski er, at broyta hetta til 14. hvønn dag.
Stuðulstiltakið verður skipað sum ein útikonsert. Hetta verður á parkeringsøkinum niðanfyri skúlan í Trongisvági. Luttakarar verða Jens Lisberg, Hans J. Hjelm, Lív Næs og Tróndur Enni, Sigurður Ingimarsson og Gudmund Mortensen og vinfólk.
Harafturat verður stórt tombola, lutaseðlasøla, uppboðssøla og søla av kaffi, kakao, lagkaku o.ø.
Fiskibrunnur verður til børnini.
Tiltakið byrjar kl. 19:00 , er ókeypis, men høvi verður, útyvir at keypa ymiskt, eisini at lata eina gávu til endamálið.
Ein facebook síða er, har fleiri upplýsingar eru um tiltakið. Hon kallast: " Næstin", stuðulsbólkur hjá NLAI.