Í gjár var løgreglan úti um seg og kannaði ferðsluna í høvuðsstaðnum. Í hesum sambandi mátti løgreglan ásanna, at tað er ikki bara um næturnar, at bilførarar koyra við kenning. Í gjár vórðu nevniliga tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kennning í Havn, annar varð tikin beint fyri døgverða og hin beint eftir døgverða.
Annars gjørdi løgreglan eisini ferðkanningar, bæði á Glyvursvegi og Yviri við Strond. Á hesum báðum strekkjunum er tað loyvt at koyra 50. Tá ið løgreglan ger kanningar á Glyvursvegi, greittur ikki, at bilførarar verða tiknir fyri at koyra ov skjótt – og tað hendi eisini í gjár. Í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra yvir 90 kilometrar um tíman og Yviri við Strond varð eisini ein tikin fyri at koyra yvir 90.
Tað er so nógv meiri enn loyvt er, at teir báðir bilførararnir noyðast at taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missa teir tað. Harumframt fáa teir eina bót upp á 4.000 - 5.000 krónur í part.
Tríggir bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman, og umframt at teir fáa eina bót upp á 2.500 og 3.000 krónur í bót.