Tikin fyri harðskap í nátt

Í nátt tók løgreglan ein mann og skuldsetti hann fyri harðskap.

 

Hann kom til ilnar við ein annan mann og tveitti egg glas í høvdið á honum. Maðurin, sum fekk glasið í høvdið fór á skaðastovuna til kanningar.

 

Løgreglan veit, hvør tað var, sum blakaði glasið, og hann varð síðani tikin og skuldsettur fyri harðskap.

 

Annars kannaði løgreglan aftur skeinkistøð í nátt vit vita um tey høvdu øll síni viðurskifti ílagi - og tað høvdu tey. Kannað varð um ov nógv fólk er inni, um tey, sum eru inni, hava aldur til tað, altso at tey eru 18 ár, at starvsfólkið hevur neyðuga aldurin, at skeltingin o.s.fr.

 

Somuleiðis hevur løgreglan steðgað nógvum bilum í nátt at kanna um bilførarin var edrúur, og tað vóru teir allir.