Í nátt varð ein bilur stolin í Havn.
Tað var ein bilførari, sum ringdi til løgregluna og boðaði frá at ein bilur koyrdi heldur óstortsliga eftir vegnum.
Løgreglan fór beinanvegin á staðið, men tá hon kom fram, stóð bilurin parkeraður og bilførarin farin av stað.
Men nakrar heilt fáar minuttir seinni varð ein maður handtikin har um vegir, bilurin stóð.
Løgreglan roynir nú at prógva, at tað var hann, sum koyrdi bildin. Og er tað hann verður hann ákærdur fyri at hava stolið bilin. Men maðurin var eisini ávirkaður av rúsdrekka og tað kemur so oman á.
Løgreglan sigur, at lyklarnir lógu í bilinum og sostatt fær eigarin eisini bót fyri ikki at hava tryggjað bilin nóg væl.
|