FIFA-forsetin, Sepp Blatter, sigur nú, at hann einki hevur ímóti, at upptøkutól í framtíðini skulu kunna avgera, um ein bóltur hevur verið inni ella ikki. Men hann er bert sinnaður at royna hetta, um tøknin annars loyvir tí. Kjakið um málupptøkur er kyknað aftur, eftir at eitt mál var viðurkent í einum dysti í næstbestu týsku deildini herfyri, hóast bólturin var ein metur frá at hava verið innanfyri.










