Tann, sum bjóðar seg fram at bora brunnar til jarðhita í Føroyum, skal hava drúgvar royndir fyri at fáa loyvi til tess.
Tað stendur í eini kunngerð, sum vinnumálaráðið ætlar at seta í gildi um jarðhita í Føroyum.
Eitt uppskot til kunngerð um málið er sent avvarðandi pørtum til ummælis.
Eitt, sum kunngerðin snýr seg um, er, hvønn førleika tey skulu hava fyri at sleppa at bora slíkar brunnar til jarðhitaskipanir.
Kommunusamskipan Føroya heldur seg vita, at uppskotið er gjørt við fyrimynd í onkrari útlendskari fyrimynd
- Alt gott um tað, men í onkrum føri kundu reglurnar tillagast føroyskum viðurskiftum, heldur Kommunusamskipanin.
Eítt nú halda tey ikki, at nøkur orsø er fyri, at ein føroysk kunngerð hevur ásetingar um grundvatn, tí her er onki grundvatn.
Tað er eisini eitt krav, at tann, sum fer at bora brunnar til jarðhita skal hava verið við a bora minst 45 brunnar, hetta seinastu hálvtannað árið.
Kommunusamskipanin spyr um tað er eitt rímiligt krav.
- Ella er tað kanska vil vilja, at hesi krøv mugu vera, hóast avleiðingin so verður, at føroyingar ikki koma at standa fyri slíkum arbeiði, spyr KSF.
Savnsmynd