Tí valdi Hallur Víking

- Tú blívur svakur av bara at venja og ikki spæla dystir, sigur Hallur Hansson, sum nú flytur heim til Føroya at spæla fótbólt. Hoyr samrøðu við Hall her

Í gjár varð avgerð tikin um fótbóltsframtíðina hjá landsliðsspælaranum Halli Hansson, sum seinastu tíðina hevur spælt í danska felagnum AaB.

Hallur hevði eitt hálvt ár eftir av sínum yrkissáttmála í AaB, men partarnir samdust um at steðga samstarvinum nú.

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðu, sum Rás2 Seinnapartur hevði við Hall Hansson í dag.