Ein meiriluti í landsstýrismálanevndini fer at heita á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at endavenda øllum málinum um Skálafjarðartunnilin.
Arbeiðssetningurin er ikki endaliga orðaður enn, men kanningarstjórin skal bæði kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni og leiklutin og eftirlitisskylduna hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen.
Avgerðin um at seta ein kanningarstjóra varð tikin, eftir at nevndin ikki kundi semjast um, hvat hon skal gera við eitt løgfrøðiligt tilmæli frá umsitingini á Løgtingsskrivstovuni.
Sambært løgfrøðiliga notatinum hevði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ikki heimild at gera avtalu við CIP um at felagið skuldi fáa eina millión krónur í endurgjaldi, um sáttmálin ikki varð undirskrivaður áðrenn 1. september.
Hetta notatið verður tó ikki brúkt til nakra endaliga niðurstøðu á hesum sinni. Í staðin samdist ein meiriluti av landsstýrismálanevndini um at seta ein kanningarstjóra at ganga ígjøgnum alt tunnilsmálið.
Sirið Stenberg er forkvinna í nevndini. Hoyr hana greiða frá við at trýsta á pílin undir myndini.