Thor og Leitisteinur seldir

Reiðaríið Thor í Hósvík hevur selt tvey av sínum skipum til tunfiskaveiði í vesturafrikanskum sjógvi. Garnaskipið Thor hjá reiðarínum Thor í Hósvík er selt einum keypara í Svøríki.

Thor skal eftir ætlan umbyggjast til frystilínuskip og fer síðani til tunfiskiskap í Vesturafrika.

Frystulínuskipið Leitisteinur hjá sama felag í Hósvík, sum seinastu tíðina hevur verið brúkt sum vaktarskip í frálandavinnuni í Brasilia, er eisini selt.

Leitisteinur skal eisini brúkast til tunfiskiskap í Vesturafrika.

Tað er Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri sølunum av báðum skipunum, ið partafelagið Thor í Hósvík átti.