Hann var føddur í Sandavági 5. august 1909 og kom á ungum árum á sorinskrivarakantórið í Havn og har starvaðist hann, til hann í 1948 var kosin stjóri á Tryggingarsambandinum, og í hesum starvi var hann til hann í 1978 var eftirløntur.
Tummas var giftur Jonu úr Vátutoft í Klaksvík, tveir vóru dreingirnir, Christoffer og Marius. Tey búðu á Abbatrøð. Jona doyði í 1984.
Tummas var virkin maður, og undir hansara leiðslu vaks Tryggingarsambandið til týðandi meginstovn fyri samfelagið. Tummas var ofta at síggja í báti, var tíðum á floti, og var grind, so var hann millum teir fremstu, snarur og vísur í øllum lutum. Millum gongumenn var hann ikki aftastur, tá teir fóru sínar føstu leiðir sunnumorgnar.
Sennu árini var Tummas á sambýlinum á Vegnum Langa, sporini vóru farin at tyngjast, og ikki minni var tað honum ein stór sorg, tá sonurin, Marius, sum var eftirmaður hansara á tryggingi andaðist í 1988, og nú í heyst doyði sonarkonan, Katrin.
jl.










