Theresa May og tey konservativu fingu lúsing á kommunuvali

Nú 40 prosent av atkvøðunum eru taldar, hevur Konservativi flokkurin mist yvir 400 sessir í býarstýrum í Onglandi.

Bretsku veljararnir hava revsað Theresu May, forsætisráfrú og Konservativa Flokkin hart fyri enn ikki at hava funnið eina loysn á brexit.

Flokkurin hevur soleiðis fingið ein ordans undir vangan frá veljarunum á lokalvalum í Onglandi. Her skuldu veljasast lokalpolitikarar í fleiri enn 8.000 pláss í býarstýrum kring Ongland.

Nú 40 prosent av atkvøðunum eru taldar í morgun frá teimum 259 lokalvalunum hevur Konservativi Flokkurin mist yvir 400 sessir.

Eisini andstøðuflokkurin Labour hevur fingið ein undir vangan. Flokkurin, sum Jeremy Corbyn stendur á odda fyri, hevur mist yvir 50 sessir.

Úrslitið er órógvandi fyri teir báðar stóru flokkarnar undan evropatingsvalinum. Tað verður í hildið 23. mai í Bretlandi.

Ein av stóru vinnarunum á valinum í gjár er Liberaldemokratarnir, sum eru í móti brexit. Flokkurin gongur nógv fram. Tað sama er hjá Teimum Grønu, sum somuleiðis mælti ímóti brexit í 2016.

Konservativi floksformaðurin, Brandon Lewis, sigur við BBC, at atkvøðurnar benda á, at veljararnir eru troyttir av fastløstu brexit-støðuni.

– Teir vilja hava okkum at greiða málið, sigur Brandon Lewis.

 

/ritzau/