Theresa May: Fyrireika okkum nú til ES-valið

Bretska forsætisráðfrúan heitir í brævi á ES-forsetan um at útseta brexit til 30. juni.

Theresa May skrivar í brævi til ES-forsetan, Donald Tusk, at bretar vilja fyrireika seg at taka lut í valinum til Evropa-tingið, skrivar Reuters.

Samstundis kemur hon við áheitan um, at brexit verður útsett til 30. juni.

Tusk hevur sjálvur skotið upp at leingja tíðina við 12 mánaðum, vátta ES-keldur.

 

/ritzau/