Eitt av allarstørstu rokknøvnunum gjøgnum tíðina verður at finna á Roskilde Festival. Talan er um gamla, legendariska rokkbólkin ?The Who? .
Á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum stendur at lesa, at The Who verður ein av luttakandi bólkunum á festivalinum í ár. Áður hava stórir klassiskir bólkar spælt á festivalinum. Bob Marley, David Bowie, Niel Young og Brian Wilson eru nakrir teirra, og nú eiga The Who tørn. Millum tær allarstørstu útgávurnar hjá The Who teljast ?Who´s Next?? og rokk-operain ?Tommy?. Vit skilja, at bólkurin fer at framføra bæði nýggj og eldri løg.
Bólkurin gav út fløguna ?Endless Wire? í 2006, og henda útgávan hevur verið væl móttikin av áhoyrarum; ungum sum eldri.