Ternutu skjúrturnar, seðlabuksurnar, yeehaw-rópini og dunnufloytan gingu upp í eina hægri eind av fólksligari bygdasligheit.
- Vit eru komnir at luta sál og mentan við tykkum, segði Mike Armistead. Og tað var júst tað, sum tað var. Sál og mentan. Heimasíða teirra sigur at teir hava røtur sum vísdómstenn. Og sum teir spældu, kendist at hetta vóru veruligar, ektaðar røtur - ikki onkur, sum royndi at taka afturíaftur eitt tónleikaslag, men nakrir mans sum veruliga livdu hesa mentanina; á staðnum, har hon er uppstaðin. Tað merktiskt ikki bert í tónleikinum; tað sást á klæðunum og á kropsburðinum, tað hoyrdist á skemtinum og málførinum. Tónleikurin tyktiskt at vera ein fullkomiliga nattúrligur partur av tí, sum teir eru.
Teir eru allir serfrøðingar á sínum ljóðførum: banjo, fiól, gittar, bassfiól og, ja, krukku. Lítli Lester Armistead blásti óført í krukkuna, sum tíverri ikki hoyrdist. Hinvegin breyt hann út í ein tufludans, sum meira enn nakað annað fekk lív í fjøldina. Vaksibrettið og floyturnar vóru stuttlig, men vórðu tíbetur ongantíð brúkt til meira enn eitt skemtiligt ískoyti. Veruliga styrkin var dugnaskapur teirra á ljóðførunum, og samband teirra til sangirnar.
Sum teir skiftust at koma framat at syngja, hoyrdist, at teir í tekstunum ikki einans sungu sangir - teir høvdu søgur at siga frá. Søgur, sum eru partur av mentanini. Tíverri var ljóðið ikki serliga hart frá, og einstøku ljóðførini vóru í stóran mun doyvd í heildarljóðinum. Eisini var keðiligt, at í longri løtum hoyrdist bassurin als ikki. Hetta seinasta kom tíbetur í rætt lag, áðrenn Ernie Sykes á bassfiólini kom framat at syngja ein sang, har hann á skemtiligan hátt segði frá søguni um sigarettina.
The Tennesse Mafia Jug Band høvdu eina fína konsert á Spæliplássinum. Ein konsert, sum tó kanska tyktiskt at vera ein hampulig gerandisframførsla hjá teimum. Hinvegin komu teir veruliga til sín rætt kvøldið fyri, táið teir framførdu í lítla Hoyggjhúsinum. Teir stóðu tá samankroystir inni í einum horni og spældu, og Hoyggjhúsið var á tremur. Á leið 50 áhoyrarar høvdu trokað seg inn at lurta. Teir vóru tá heilt greitt meira tendraðir enn á Spæliplássinum, og áhoyrararnir við. Tað var júst rætti intimi dámurin til ein tílíkan bólk. Og har komu einstøku ljóðførini eisini til sín rætt. Serliga hoyrdi man tá, hvussu framúrskarandi teir báðir Leroy Troy og Dan Kelly eru á ávíkavist banjo og fiól.
- I’m a good old country boy, segði Mike. Eingin ivaðist; tað er kul at vera bygdasligur.