The Story Ends byrja aftur

Føroyski hittbólkurin The Story Ends byrjar nú aftur eftir at hava hildið ein steðg í nakrar mánaðir. Bólkurin kemur sterkt aftur til eina konsert í Cippo 8. mai í samband við at Norðurlandahúsið fyllir 25 ár.

 

Bólkurin stendur av Filip Mortensen (sang og gittar), sum eisini er forsangari í nýggja lovandi bólkinum The Ghost, Hanus Andreasen (gittar), Sakaris Joensen (bass) og Andreas Dalsgaard (trummur).