?The Gambler? til Føroya

Tann heimskendi countrysangarin Kenny Rogers kemur nú á fyrsta sinni á vitjan í Føroyum. Tað verður páskaaftan 11. apríl, at Kenny Rogers fer á pallin í ítróttarhølini í Havn. Hann er ein tann størsta countrystjørnan heimurin nakrantíð hevur sæð, og nú er hann á veg til Føroya. Heimskenda countrystjørnan Kenny Rogers leggur nú leiðina fram við klettarnar, og hansara fyrsta framførsla í Føroyum verður í ítróttarhøllini í Havn 11. april. Tað skrivar Dimmalætting í blaðnum í gjár.

 

Tað er Sp/F Skot, ið skipar fyri konsertini við Kenny Rogers í Føroyum, og tað er fyrstu ferð, at felagið skipar fyri slíkari konsert.

Pláss verður fyri umleið 1.650 áskoðarum, og talan verður um eina sokallaða siti konsert, har tað einans verða siti pláss. Konsertin byrjar kl. 19.00