Útgeva seg fyri bankafólk

Hetland og fyri so vítt eisini Skotland uppliva í hesum døgum, at fólk verða uppringd av peningaligum brotsmonnum, sum útgeva seg fyri at vera bankafólk.

The Shetland Times skrivar, at ein hetlendingur er vorðin snýttur fyri 14.000 pund á henda hátt.

Politiið hevur tikið upp aftur ávaring sína um at fólk ikki skulu veita upplýsingar so sum kontonummar, passorð ella PIN kotu umvegis telefon. Hetta er galdandi í Hetlandi, men eisini í Skotlandi.

Politiið hevur fingið fleiri fráboðanir um svik seinastu vikurnar, og fleiri hava mist í 10.000 punds flokkinum.

Politiið sigur, at tann, ið ringir, sigur seg vera frá bankanum, og at hesin fegin vil kanna flytingar hjá viðkomandi, og biður um navn, bústað, kontonummar og passorð. Og hóast politiið staðiliga ávarar ímóti hesum eru tað fleiri, ið lata seg lokka.

Ein talsmaður hjá politinum biður fólk vera serstakliga varin, um tey fáa eina uppringing frá bankanum, og undir ongum umstøðum upplýsa kontonummar ella passorð.

Tað er púra óvanligt at bankar arbeiða á tann hátt, og biða um kontonummar, passorð ella PIN kotu umvegis telefon, sigur politiið.