Útflutningurin fyrra hálvár í ár er munandi minni enn sama tíðarskeið í fjør, meðan innflutningurin stendur í stað. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni fyri føroyska handilsjavnan.
- Vit hava innflutt fyri 3,6 mia. kr. fyrra hálvár í ár, tað sama sum í fjør. Hinvegin var útflutningurin sama tíðarskeið væl minni enn í fjør: 3,9 mia. kr. í ár mótvegis 4,4 mia. í fjør. Framvegis er tó eitt avlop á handilsjavnanum á 300 mió. kr. fyrra hálvár – t.e. munurin millum útflutning á 3,9 mia. og innflutning á 3,6 mia, skrivar Hagstovan um nýggjastu hagtølini.
Hagstovan nýtur tó høvi at vísa á, at hóast talan er um eina stóra minking í útflutningi, so er útflutningurin framvegis høgur.
- Vit eru ájavnt við útflutningin fyrra hálvár 2016, og frammanundan tí hevði útflutningsvirðið fyri eitt hálvár ongantíð verði hægri enn tað, skrivar Hagstovan.
Meðan samlaði innflutningurin er á sama støði sum sama tíðarskeið í fjør, so eru ymiskar broytingar, tá hugt verður eftir vørubólkunum. Víst verður á millum annað á, at um skip og flogfør ikki verða tikin við í útrokningarnar, so vaks innflutningurin fyrra hálvár við 8% samanborið við í fjør.
Harumframt er innflutningurin av tilfari til byggivinnuni vaksin við 40 prosent higartil í ár, til beinleiðis húshaldsnýtslu er vøksturin 4 prosent, brennievni er vaksið við 32%, meðan innflutningurin av akførum er minkaður við 9%.
Tá hugt verður eftir útflutninginum fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør sæst, at tað serliga er útflutningurin av makreli og laksi, ið er minkaður.
- 60% minni av makreli bæði í nøgd og virði. Samstundis er virðið av útflutta laksinum minkað 17%, meðan nøgdin er minkað 13%, samanborið við fyrra hálvár í fjør, skrivar Hagstovan, ið eisini upplýsir, at í nøgd er útflutningurin av sild tann sami, men virðið er minkað við 40%.
Tað eru tó nøkur fiskasløg, ið eru vaksin í bæði nøgd og virði, sambært tølunum hjá Hagstovuni.
- Svartkjaftaútflutningurin er vaksin ein triðing í nøgd og ein fjórðing í virði. Útflutningurin av botnfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa er vaksin, í virði við 18% og í nøgd við 11%, skrivar Hagstovan.